?Elna Johannesen var dómari í heimsmeistarakapping

Ein føroyskur dómari var millum teir 12 dómararnar til heimsmeistarakappingina í estetiskum fimleiki, sum er í býnum Lahti í Finnlandi í hesum døgum.

 

Sum nevnt í grein á Portalinum í morgun, so gjørdust føroysku kvinnurnar úr Havnar Fimleikafelag, sum vunnu føroyameistaraheitið og soleiðis sluppu við til heimsmeistarakappingina, nummar 23 av 27. Tær høvdu vónað at verða millum 10 og 20 tær bestu, so úrslitið var heldur lakari enn ætlað.

 

Elna Johannesen (uttast til vinstru í myndini) úr fimleikafelagnum Støkk var ein av teimum 12 dómarunum, sum dømdu, og sum í dag skulu kjósa heimsmeistararnar í estetiskum fimleiki.

 

Tey 26 liðini, sum eru við í heimsmeistarakappingini, eru úr hesum londum:

 

Føroyar

Danmark

Finland

Estland

Japan

Latvia

Rusland

Spania

Suður-Afrika

Tjekkia

Canada

Bulgaria

Belarus

Eysturríki

 

Finalan er í dag, og hon verður streamað á hesari slóðini: http://areena.yle.fi/tv