Tað er av stórum tydningi at røtt hjálp kemur á staðið skjótast tilber, tá talan er um høvd-, nakka- ella heilaskaða. Í hesum sambandi skipar Fótbóltssambandið fyri UEFA-góðkendum skeiðum, ætlað læknum og fysioterapeutum, har serligur dentur verður lagdur á júst nevndu skaðar.
Tað hava verið støður í bestu mansdeildini, har spælarar hava fingið heilaskjálvta. Eitt nú málverjin hjá TB, Frederik Mehder, sum hevur sitið uttanfyri síðani samanstoytin í dystinum móti KÍ í 2. umfari. Hvussu skal læknin ella fysioterapeuturin bera seg at fyrstu tríggjar minuttirnar, tá talan møguliga er um høvd-, nakka- ella heilaskaða?
Tað er nevniliga av stórum týdningi at heilsufakfólk eru hjástødd, tá talan møguliga er um nevndu skaðar, og at skaddi persónurin fær røttu viðgerð skjótast tilber.
Farnu tvey árini hevur Elmar Ósá, læknasamskipari hjá FSF, verið undir instruktør-útbúgving hjá UEFA, og kann hann í dag geva frálæru í, hvussu heilsustarvsfólk til dystir skulu bera seg at, tá tílikir skaðar koma fyri. Eitt av skeiðunum var hildið farna mikudag, og tá fekk FSF Varpið orðið á Elmar Ósá.
##med2##