Elmar Højgaard: Skeivt at koyra ábyrgdina á Vørn

Bæði løgmaður og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum søgdu í samrøðu við Rás2 í dag, at tað var okkurt, sum bendi á, at avgerðin at flyta veiðiloyvi frá línuskipi yvir á uppsjóvarskip, var uttan lógarheimild. Løgmaður segði við Rás2, at tað var óheppið, at Vørn hevði tikið avgerðir, sum kanska vórðu ólógligar, men tað mátti kannast nú fyri at fáa staðfest hvat var hent.

 

- Eg haldi ikki tað er rætt, at teir koyra ábyrgdina á okkum nú. Um teir ynsktu broyting í mannagongdum, so eiga teir at kunna okkum um tað. Tað hava teir ongantíð gjørt. Teir taka undir við tí sum løgtingsins umboðsmaður sigur, men samstundis verður sagt, at vit kunnu ikki broyta siðvenju inntil reglurnar eru broyttar. Teir siga, at teir arbeiða við at broyta reglurnar, men tær eru ikki broyttar enn. Um teir meintu, at loyvið ikki skuldi flytast yvir á eitt uppsjóvarskip, so skuldu teir kunna um tað.

 

Tað sigur Elmar Højgaard, stjóri á Vørn. Hann vil ikki hava sitandi á sær ella stovninum, sum hann varðar av, at politiska skipanin nú roynir at koyra ábyrgdina yvir á tey.

 

- Tað sær út sum teir royna at kasta ábyrgdina á okkum, vit hava í 2016 kunna um hvat vit gjørdu tá. Vit meta tað var eftir boðum frá Fiskimálaráðnum, at vit skuldu flyta eitt loyvi yvir á eitt uppsjóvarskip. Vit kunnaðu tá bæði aðalstjóran og landsstýrismannin, men hoyrdu einki aftur. Vanliga sigur mann, at tann, sum tegir, hann samtykkir. Tí avgreiddu vit hesi málini í ár uttan at hugsa meira um tað, sigur Elmar Højgaard.

 

Elmar Højgaard sigur víðari, at málið frá juni í fjør, tá veiðiloyvi hjá línubátinum Helenu var flutt yvir á eitt uppsjóvarskip, byrjaði í Fiskimálaráðnum. Elmar Højgaard sigur, at ein umsókn at flyta veiðiloyvi frá Helenu yvir á eitt uppsjóvarskip bleiv flutt úr Fiskimálaráðnum yvir til Vørn at avgreiða.

 

- Um Fiskimálaráðið hevði so klokkuklárar meiningar um hetta, so áttu teir sagt beinavegin við umsøkjaran ella við okkum, at hetta ber ikki til. Teir hava jú eina upplýsingarskyldu, sigur Elmar Højgaard.