Havnar Bóltfelag boðar í dag frá, at Daniel Elly Pedersen gevst í felagnum. Danksi áleyparin kom til úr Frem og lovaði mál annað hvønn dyst, men tað bleiv bara til sjey mál móti 3. deildarfelagnum MB í steypakappingini.
Daniel Elly Pedersen hevur verið skaddur meginpartin av árinum, men megnaði heldur ikki at seta seg í gjøgnum í teimum dystunum, sum hann spældi. Tað verður sagt, at avgerðin er tikið í sátt og semju millum báðar partarnar. Víst verður til skaðar og undirlagið á føroysku vøllunum.
HB.fo skrivar millum annað soleiðis:
Áleyparin, ið skuldi skjóta okkum upp millum tey bestu aftur, hevur verið so mikið darvaður av skaðum, at hann bara fekk tríggjar dystir í landskappingini og ein í steypakappingini.
Blíði og fyrikomandi framherjin hevur eyðvita stórar trupuleikar av undirlagnum, vit leika á, og áhaldandi skaðar hava staðist av hesum.
Í seinastuni hevur Martin Bergvold eisini sitið nógv á bonkinum. Danski miðvallarin skuldi saman við Daniel Elly Pedersen og Alexandar Stankov gera HB til eitt topplið aftur, men higartil er tað bara Alexandar Stankov, sum hevur livað upp til heitið sum profilur í HB.