Ellivu nýggir ph.d.arar í 2013

Sambært skrásetingunum hjá Granskingarráðnum hava ellivu føroyingar lokið ph.d. ella annað doktaraprógv í 2013.

Fimm av teimum ellivu verkætlanunum eru partvís fíggjaðar úr Granskingargrunninum, veit heimasíðan gransking.fo at siga. 

4. februar 2013 vardi Bjørn Kunoy doktararitgerð sína við Université de Paris Ouest Nanterre. Heitið á ritgerðini er: “La délimitation du plateau continental au-delà de 200 milles marins”.


5. apríl vardi Kirstin Eliasen ph.d.ritgerð sína vvið Fróðskaparsetur Føroya. Ritgerðin hevur heitið "Sandeel, Ammodytes spp., as a link between climate and higher trophic levels on the Faroe shelf". 


16. apríl vardi Lise H. Ofstad ph.d.-ritgerð sína við Tromsø Universitet. Ritgerðin hevur heitið “Anglerfish Lophius piscatorius L. in Faroese waters”. Verkætlanin er partvís fíggjað úr Granskingargrunninum. 

 

7. mai vardi Ása Johannesen ph.d.ritgerð sína við University of Leeds. Ritgerðin kallast: "Predator-prey interactions in aquatic environments". Verkætlanin er partvís fíggjað úr Granskingargrunninum.


14. mai vardi Hans Ellefsen ph.d. ritgerð sína við Syddansk Universitet í Esbjerg. Ritgerðin hevur heitið: "Essays on Strategic Management of Shared Fish Stocks Applied to the Pelagic Complex in the North East Atlantic". Verkætlanin er partvís fíggjað úr Granskingargrunninum.


Í juli vardi Jack Hummeland Jacobsen ph.d. ritgerð við Københavns Universitetet. Ritgerðin hevur heitið: “Quantification of DNA-thioguanine in Children with Acute Lymphoblastic Leukemia - A potential dose-adjustment parameter for 6-mercaptopurine”.


15. august vardi Jón Joensen úr Vági ph.d. ritgerð við Universitetet i Bergen. Ritgerðin hevur heitið: “Biophysical and biological effects from Low-Level-Laser-Therapy”.


31. oktober 2013 vardi Óluva K. Vang ph.d.-ritgerð við DTU-Environment. Ritgerðin hevur heitið: “ATP measurements for monitoring microbial drinking water quality”.


26. november vardi Unn Laksá ph.d.ritgerð sína við University of Liverpool. Ritgerðin ber heitið “Media coverage of international climate negotiations: Assessing the ethical dimension of the global debate”. 


17. desember vardi Sanne Storm ph.d.ritgerð sína við Aalborg Universitet. Ritgerðin kallast "Research into the Development of Voice Assessment in Music Therapy". Verkætlanin er partvís fíggjað úr Granskingargrunninum.


20. desember vardi Jana Ólavsdóttir ph.d. ritgerð sína við Københavns Universitet. Ritgerðin hevur heitið “A study of the distribution, structure and seismic stratigraphy of syn-breakup and post-breakup sediments in the Faroe sector of the Faroe-Shetland Basin”. Verkætlanin er partvís fíggjað úr Granskingargrunninum.

 

Granskingarráðið staðfestir, at gransking er neyðug, fyri at fáa til vega vitan, og at gransking mennir bæði vinnulívið og okkara samfelagstænastur. 

 

í løtuni hevur Heilagrunnurin 55 fólk skrásett sum ph.d.lesandi, og meiri enn helmingurin av hesum fólkunum arbeiðir burturav ella fyri stóran part í Føroyum.