Ellivu filmar kappast um Geytan

Geytadómsnevndin hevur hugt at øllum teim innkomnu filmunum í føroysku filmskappingini, sum verður í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 11. desember kl 19:00. Inn komu 22 filmar. Dómsnevndin valdi 11 filmar, sum verða sýndir í hesi røð:


1 Balada (Anton Petersen, 3 min brellbiti úr spælifilmi á bosniskum/kroatiskum máli, sum er 63:00 min)

2 Alda (Franklin Henriksen og Rúna Ingunardóttir, spælifilmur, 7:15 min)

3 At liva við tí (Ása Pálsdóttir og Rebekka Eliasen, heimildarfilmur, 10:17 min)

4 Birting (Leo Lávík, spælifilmur, 10:14 min)

5 Mítt navn er Adam (Rói Davidsen, 3D animatiónsfilmur, 5:30 min)

6 Gakk tú tryggur (Dávur Djurhuus, spælifilmur, 4:00 min)

7 Tunnan (Jónfinn Stenberg og Jóannes Lamhauge, spælifilmur, 28:00 min)

8 Slitið saman (Sára Wang og Maria Winther Olsen, spælifilmur, 8:00 min)

9 Boys (Sunniva Sundby og Julia í Kálvalíð, heimildarfilmur, 6:45 min)

10 Stina Karina (Andrias Høgenni, spælifilmur, 10:00 min)

11 Dalur (Heiðrikur á Heygum, spælifilmur, 30:00 min)


Eftir sýningarnar verður talt upp, hvør fær Áskoðaravirðislønina, sum er 15.000 kr. Tað er Tórshavnar Kommuna sum letur virðislønina, sum møttu áskoðaranir gera av, hvør skal fáa.


Tann filmurin, sum vinnur Geytan, fær standmyndina, sum David Geyti og Astrid Andreasen hava gjørt, og 25.000 kr, sum Tryggingarfelagið Føroyar letur.


Eins og undanfarin ár er Finnur Koba vertur Geytakvøldið.


Sum nakað nýtt verða allir teir filmar, sum komu inn, sýndir í Norðurlandahúsinum í januar mánaði.


Í filmsnevndini, sum ger av hvør fær Geytavirðislønina, sita Birgir Kruse, formaður, Sif Gunnarsdóttir, Jan B. Jørgensen og Marjun Niclasen. Útlendski nevndarlimurin hesaferð er Petri Kemppinen, sum síðan 2013 hevur verið stjóri í Nordisk Film og TV fond, sum í ár hevur 25 ár á baki. Útlendskir nevndarlimir, sum hava verið innbodnir til Geytakappingina undan honum, hava verið Linde Frölich frá Nordische Filmtage í Lübeck, Meira Blaustein frá Woodstock Film Festival í New York og Silje Engeness frá Kosmorama festivalinum í Tróndheimi.