Í dag, 2. juli eru liðin 35 ár síðani Ellis- og Avlamisheimið í Vágum læt upp. Hetta varð sjálvandi hátíðarhildið, samstundis sum heimið fekk nýggja navnið. Við eina hátíðarløta seinnapartin varð nýggja navnið avdúkað ?á Sýnini?.
Á hesi samkomuni vóru búfólk, starvsfólk, brúkarar av Dagstovninum, Stýrið fyri Heimið, umboð fyri kommunurnar í Vágum og avvarðandi landsstýrismaður Hans Pauli Strøm hjástødd.
Umframt hesi var eisini hon, ið var komin við hugskotinum til navnið, nevniliga Lydia Laksafoss úr Miðvági. Hon fekk eina peningagávu á 15.000 krónur handaða.
Á samkomuni var semja um, at nýggja heitið er eitt sera gott og sigandi navn.
- Tað sigur alt um alt, líka frá staðnum, har heimið er, til lívið, sum jú hvønn dag fer um eina sýn, verður sagt úr Vágum.