Ellisheim við góðum umstøðum

Seinastu tvey árini hevur føroyski útisetin, Sofía Kragesteen, verið í starvi á einum stórum ellisheimi á Fjóni.

Seinastu tvey árini hevur føroyski útisetin, Sofía Kragesteen, verið í starvi á einum stórum ellisheimi á Fjóni.

 

Ikki færri enn 58 íbúðir eru á heiminum, og um 40-50 starvsfólk eru sett at vera um tey gomlu og sjúku.

 

Arbeiðsumstøðurnar eru frálíkar, starvsfólkini standa væl saman, og harumframt er lønin góð. Tað kemur meira enn so fyri, at hart leikar á í t. d. demensdeildini, men hesir trupulleikar verða hvørja ferð loystir av tí, at væl útbúnu arbeiðararnir duga at taka sær av tílíkum á rættan hátt.

 

Einasta hon fílist eitt sindur á, eru sjúku starvsfólkini. Við jøvnum millumbilum kemur fráboðanin frá einum starvfelaga, ið einki batti t. d. ein hósdag, at viðkomandi ikki kann koma til arbeiðis dagin eftir vegna sjúku. Í hesum sambandi kann nevnast, at fakfelag títt rindar tær løn undir sjúkralegu tíni.

 

Sum so er einki nýtt hvat hesum viðvíkur, tí mong onnur arbeiðispláss í Danmark hava hesar trupulleikar at dragast við.