Tað er ikki bert á Boðanesi í Havn at røktarheim verður bygt. Eisini í Klaksvík eru tey farin undir eina stóra ætlan á hesum øki.
Arbeiðið er so smátt farið í gongd, og verður eftir ætlan liðug um minni enn tvey ár. Fyri at stýra byggingini og at hava eftirlit er við tí, skrivaði býráðið mánadagin undir eina avtalu við tvær fyritøkur.
Í fyrsta lagi varð avtala gjørd við Kristian Rasmussen, verkfrøðing og FUGLARK um hetta.
- Hetta er ein av teimum heilt stóru íløgunum, sum Klaksvíkar Kommuna hevur framt, staðfestir borgarstjórin Gunvá við Keldu. Samlaði prísurin fyri røktarheimið er 55,7 milliónir krónur.
- Tí er tað ógvuliga umráðandi, at vit hava eina sterka og dugnaliga leiðslu fyri hesa byggiverkætlan. Á henda hátt kunnu vit tryggja okkum, at vit fáa tað fyri skattapengarnar, sum vit eiga at fáa, sigur Gunvá við Keldu sambært heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu.
Meðan tey fyrstu búfólkini flyta inn á Boðanesheimið í Havn um eitt ár, mugu tey í Klaksvík bíða eitt sindur longri. Ætlanin er at tey fyrstu búfólkini kunnu flyta inn her 1. juli í 2013.
Mynd: Kristian Rasmussen, byggiharri, og Gunnvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík