Fyrstu ferð ellisakførini vóru við, var flaggdagin í 1992, tá nýstovnaða felagið Føroya Ellisakfør sýndi fram 10 ellisakfør í gamla kommunuskúlagarðinum á Vaglinum.
Síðani tá er tað vorðin fastur táttur, at ellisakførini verða sýnd fram undir flaggdagshaldinum, og soleiðis verður eisini í dag.
Ellisakførini møta í felagshølinum hjá Føroya Ellisakførum yvir við Strond 22 klokkan 13, og um klokkan 14 fara tey at koyra runt í býnum, til tey steðga í Tórsgøtu og á torginum í Vágsbotni. Bæði bilar og motorsúkklur verða við, og verða ellisakførini sýnd fram undir flaggdagshaldinum.
Í dag eru 82 ár liðin, síðani Merkið varð viðurkent. Hagstovan skrivar, at í 1940 búðu góð 27.000 fólk í Føroyum.
##med2##
Sløk 1900 fólk eru í dag 82 ár og eldri. Tey hava upplivað Merkið verða viðurkent. Tilsamans eru tey 3,5% av fólkatalinum.
##med3##