Ellisakfør hátíðarhalda 100 ára dagin fyri bilin

Tann 6. mai eru 100 ár síðani fyrsti bilur kom til Føroya, og í tí sambandi verður hátíðarhald á Kongabrúnni á staðnum, har bilurin kom í land leygardagin 6. mai í 1922.

 

– Tórshavnar Kommuna og P/F Wenzel skipa fyri, og vit í Føroya Ellisakførum eru boðin við. Tiltakið byrjar klokkan 11:00 við røðum og avdúkan av minnismerki. Fleiri av teimum elstu bilunum í landinum vera við, skriva Føroya Ellisakfør.

Fylgið hjá Føroya Ellisakførum koyrir frá felagshølunum klokkan 10:30 til Kongabrúnna, har tey ætla at vera í góðari tíð áðrenn tiltakið á Kongabrúnni byrjar.

Tá tiltakið á Kongabrúnni er liðugt, væntandi uml 12:30-13:00, hava Føroya Ellisakfør opið hús í felagshølunum til ein kaffimunn og onkra smákøku.

– Øll eru vælkomin, heilsar felagið.

– Beint áðrenn klokkan 14.00 koyra vit út til P/F Wenzel á Akranesgøtu. Teir bjóða ókeypis grillaðar pylsur, øl, sodavatn, softice og annað gott, skrivar felagið.

Hjá Wenzel heldur kappkoyrarin Jason Watt fyrilestur klokkan 16

Tiltakið hjá Ellisakførum endar, tá tað tiltakið endar hjá P/F Wenzel.