Ellisakfarið hesaferð: Toyota Mark II hjá Peturi Højgaard

Ellisakfarið í Sosialinum hesaferð er 50 ára gamla Toyta Mark II hjá Peturi Høgjaard á Toftum

Petur Højgaard á Toftum eigur ein Toyota Mark II Hardtop við 6-sylindarum og 2600 cc, ið er ein serligur bilur, sum varð bílagdur beinleiðis úr Japan í 1975. Hesin Mark II var ikki vanlig søluvøra í Danmark.

 

Tað var Bogi Rasmussen í Runavík, sum hevði bílagt bilin, sum kom til Føroya fyrst í 1976. Talan var um ein flottan og væl útgjørdan bil í mun til hinar Mark II, sum vóru í Føroyum tá.   

 

Av tí at hann hevur so stóran motor, eru t.d. forskermarnir og motorhjálmurin eitt sindur longri enn á teimum vanligu Mark II. Motorurin hevur 150 hk.

 

Bogi Rasmussen átti bilin í eini 4 ár. Hann lakkeraði bilin svartan, stutt áðrenn hann seldi hann til Hans Berg Hammer í Klaksvík í 1980.

 

Petur Højgaard keypti bilin í 1985, og stóð hann sundurtikin umleið 25 ár. Hann fór síðan í gongd við at restaurera hann heilt frá grundini, og er hann í sera góðum standi.

 

Lesið greinina um bilin í Sosialinum hersaferð. Sosialurin fæst í leysasølu kring landið. Haldara kunnu lesa blaðið á sos.fo

 

##med20##

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##