Ellisakførini verða flotað flaggdagin

Sekstanda árið á rað skipar Føroya Ellisakfør aftur í ár fyri siðvandu raðkoyringini við ellisakførum flaggdagin. Tað er vorðið til fastan sið, at ellisakførini verða flotað flaggdagin, eins og kappróðrarbátarnir Ellisakførini møtast á Shellstøðini við Ringvegin í Havn kl 14 flaggdagin og koyra síðani í ?skrúðgongu? oman á Kongabrúnna, har akførini verða sýnd fram til kl 17, tá farið verður í felagshølini yviri við Strond.

Roknað verður við nógvum akførum hesaferð ? eitt nú tí at nýggja felagið ?Havnar Bilasavn? hevur keypt øll ellisakførini hjá Hans Elmari Poulsen á Vatnsoyrum.