Tað er felagið Føroya Ellisakfør, sum nú í fleiri ár hevur skipað fyri framsýning og raðkoyring við ellisakførum undan og eftir flaggdagshaldið í Havn.
Eins og í fjør hittast ellisakførini á Statoilstøðini í Gundadali, og higani verður koyrt oman á Kongabrúnna, har akførini verða sýnd fram á ósanum meðan flaggdagshaldið er.
Aftan á flaggdagshaldið verður koyrt niðan aftur á Statoilstøðina í Gundadali, har akførini eisini verða sýnd fram, meðan limirnir í Føroya Ellisakførum kunnu njóta eina kaffimunn o. a. gott, sum Statoilstøðin bjóðar.
Aftan á tiltakið verður opið hús í hølunum hjá Føroya Ellisakførum yvir við Strond 22.
? Sum nakað serligt hesaferð fara vit at koyra út í brunnin við Gráastein við ellisakførunum, sigur Brynjálvur Jensen, formaður í Ellisakførum. Felagið er í løtuni í ferð við at innrætta gamla vatnbrunnin til felagshøli við tí í hyggju at gera eitt tekniskt fornminnissavn.
Tey, ið ikki hava sæð brunnin, hava nú møguleikan at koyra út higar í ellisakførum flaggdagin.