Flaggdagin verða ikki einans kappróðrabátar flotaðir?
Síðani 1992 hevur verið siður, at ellisakførini verða »luftað« flaggdagin, og verður tað gjørt við raðkoyring oman á Kongabrúnna, har ellisakførini verða sýnd fram, meðan flaggdagshaldið er á Vaglinum.
Soleiðis var eisini sunnudagin ? flaggdagin. Eini 30-40 gamlir bilar og motorsúkklur møttust á Shellstøðini við Ringvegin fyri síðani at koyra í konvoy oman á Kongabrúnna. Har vórðu akførini sýnd fram, til flaggdagshaldið á Vaglinum var liðugt.
Síðani varð koyrt niðan aftur á Shellstøðina við Ringvegin, har akførini vórðu sýnd framt til kl 17.
Føroya Ellisakfør varð stovnað í 1992, og telur felagið í dag um 140 limir. Endmálið hjá felagnum er í høvuðsheitinum at varðveita gomlu akførini í upprunastandi.