Ellisakfør vitja á Sornfelli

ÚTFERÐ
Tíðindaskriv

Hóskvøldið skipa Føroya Ellisakfør fyri útferð við ellisakførum niðan í Mjørkadal og á Sornfelli.

Gomlu bilarnir og gomlu motorsúkklurnar koyra frá hølunum yvir við Strond kl 18:30 við kós móti Mjørkadali.

Eftir rundvísing og frágreiðing á støðini í Mjørkadali verður koyrt niðan á Sornfelli, har farið verður innar og upp í kupilin.

Felagið heitir á limirnar um at tekna seg til ferðina í felagshølinum.