Fleiri túrar við ellisakførum hava verið gjørdir fyrr í ár, eitt nú varð skipað fyri grilldegi á Selatrað, útferð niðan á Sornfelli og Mjørkadal, vitjan í Kirkjubø, har etið varð í Roykstovuni.
Hesaferð er kortini ikki talan um ein biltúr sum so við ellisakførum, men farið verður at hyggja eftir, hvussu tey á Restorff?s Bryggjarí arbeiða - hvussu øl og sodavatn verður framleitt.
Restorff?s Bryggjarí er gamalt. Tað er stovnað í 1849. Tað var danin M. C. Restorff, sum kom til Havnar um hetta mundið. Hann var bakaralærdur og fór skjótt undir egið virkið. Hann hevði umframt bryggjaríið stóran handil og reiðaravirksemi - og enn tann dag í dag sæst nógv til Restorffsættina í handilslívinum í Havn.
Í 2002 yvirtóku Óla Svenn Nolsøe og Johan Mortensen - alias Olli og Johan Hot - meirilutan av partapeninginum í Restorffs Bryggjarí, og hava teir rikið tað síðani. Teir hava á sín sermerkta hátt sett sín dám á virksemið hjá bryggjarínum. Teir siga, at Restorffs er eitt slag av hobby hjá teimum - teimum dámar væl øl, og vilja teir fegnir menna hin føroyska ølheimin við nýggjum bryggjum og yvirhøvur kveikja og menna áhugan fyri øli.
Limirnir í Føroya Ellisakførum hittast í felagshølunum yvir við Strond kl 19:30. Higani verður farið út á bryggjaríið.