Sunnudagin verða ellisakfør aftur at síggja á vegunum. Seinastu árini hava
Føroya Ellisakfør skipað fyri útferð longsta dag, og soleiðis verður aftur í
ár. Hóast longsti dagur er mánadagin, leggja ellisakførini til brots
sunnudagin, tá farið verður til Selatrað.
Farið verður frá felagshølunum yviri við Strond í Havn sunnumorgunin kl 10,
og fara akførini í raðkoyring norðeftir, har koyrt verður gjøgnum bygdirnar
á vegnum, eitt nú Kollafjørð, Hvalvík og Streymnes og bygdirnar við
Skálafjørðin.
Kl 13 verður grillað á Skótadeplinum á Selatrað, har ætlanin eisini er, at
børnini skulu kunna hugna sær.
Av tí at steðgað verður ymsa staðni á vegnum verða fólk biðin um at hava
kaffi o. s. fr. við sjálvi.
Kostnaðurin fyri at verða við er 50 kr fyri hvønn, íroknað grill og okkurt
afturvið.
Tey, ið vilja verða við, verða biðin um at tekna seg hjá Petur á telefon
317036 í seinasta lagi hóskvøldið.
Føroya Ellisakfør