Áhugafelagið Føroya Ellisakfør hevur við jøvnum millumbili skipað fyri framsýningum á ólavsøku. Hesaferð verður framsýningin í nýggju framsýningarhølunum hjá Auto Service við Oyggjarvegin.
Talan er um eina av størstu framsýningarhøllum til bilar í landinum. Høllin er yvir 600 fermetrar til støddar og rúmar umleið 25 bilum. Umframt ellisakførini verður eisini ein áhugaverd myndaframsýning.
Saman við atgongumerkinum til framsýningina fáa tey vitjandi eisini seinasta nummarið av blaðnum Hjólið, ið er limablaðið hjá Føroya Ellisakførum. Í blaðnum eru nógvar áhugaverdar greinar og myndir av gomlum akførum. Í ár fylla Volvo Amazon 50 ár, og 75 ár eru liðin síðan ein kendur arbeiðsbilur í Føroyum, Opel Blitz, kom á marknaðin, og BMW 1602 og 2002 fylla 40 ár.
Framsýningin verður opin fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin, allar dagar frá kl. 14-19. Eisini verður ókeypis kaffi og okkurt afturvið.