Ellisakfør í havnargøtum

Eins og undanfarin ár skipa Føroya Ellisakfør fyri raðkoyring og framsýning av ellisakførum í Havn í dag, flaggdagin.

Eins og undanfarin ár skipa Føroya Ellisakfør aftur í ár fyri koyring og framsýning av ellisakførum í Havn í dag, flaggdagin  25. apríl.

 

Ellisakførini koyra raðkoyring frá felagshølunum Yviri við Strond gjøgnum býin og oman í  Tórsgøtu, har tey eru til framsýning, meðan flaggdagshaldið verður á Vaglinum.