Í dag fer ein hópur av Ellisakførum útferð til Elduvíkar. Fylgið fer úr felagshølunum hjá Føroya Ellisakførum yvir við Strond 22 á middegi
Kristihimmalferðardagur er fastur útferðardagur hjá Føroya Ellisakførum og hevur verið tað síðani 1992, tá felagið varð stovnað. Hesaferð hevur nevndin valt, at leiðin gongur til Elduvíkar, har grillað verður, og har fólk annars fara at hugna sær.
Føroya Ellisakfør hevur limir úr øllum landinum, men felagshølini eru í Havn, higani farið verður á middegi. Vanligt er, at fólk arða staðni úr landinum komið við í ferðalagið á vegnum.
Flaggdagin er vanligt, at ellisakførini verðra »flotað« - og soleiðis var eisini í ár, tá serliga nógv ellisakfør vórðu við í »skrúðgonguni«. Hesaferð vóru eini 30 akfør við flaggdagin ? og onkrir nýggir bilar vóru við eisini hesaferð.