Í blaðnum eru áhugaverdar greinar um tiltøk felagsins, sum t.d. túrar við bilum og motorsúkklum umframt annað søguligt tilfar. Søguligt føroyskt biltilfar hjá Hergeiri Petersen er eisini í blaðnum umframt nógv ymiskt annað.
Áhugafelagið Føroya Ellisakfør varð stovnað í 1992, og felagið hevur givið út limabløð øll árini. Formaður í felagnum er Eirikur Ó. Simonsen. Heimasíðan hjá felagnum er: www.ellisakfor.com










