Ellis- og røktarheim undir Gráasteini

Minnilutin í Tórshavnar Býráð skjýtur upp, at kommunan keypir fýra av gøluraktu íbúðarblokkunum úti undir Gráasteini til ellis- og røktarheimspláss Í skrivi, sum minnilutin í Tórshavnar Býráð, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin, hevur sent út í kvøld, siga teir seg vilja vilja taka neyðug stig, til tess at loysa ovurhonds stóra tørvin á ellis- og røktarheimsplássum í kommununi.

- Vit mæla býráðnum til at fáa fatur í fýra av íbúðarblokkunum úti undir Gráasteini til endamálið. Hesir kunna nøkta umleið 80 pláss, og merkir tað eisini, at tað verður nógv lættari hjá heimahjálpini at loysa uppgávurnar, tá so nógvir brúkarar eru samlaðir á einum stað. Vit meta, at blokkarnir kunnu gerast klárir til endamálið innan 1 ár, siga teir fýra, Sjúrður Olsen, Annfinn Brekkstein, Vagn Johannsen og Jan Christiansen.

Teir hava eisini longu spurt seg fyri hjá advokatinum hjá Føroya Banka, og hesin sigst ikki hava víst uppskotinum frá sær.

- Vit kunna í dag staðfesta, at tað standa 130 fólk á akuttum bíðilista og av teimun eru 71 visiteraði klár at fara á stovn, á einum meira akuttum lista, siga teir fýra. Eisini biðja teir býráðið útseta verkætlanina yviri við Strond, sum er mett at kosta einar 48 milliónir kr. fyri 24 pláss, tí teir rokna ikki við, at hon verður liðug í bræði.

- Vit mæla Tórshavnar Býráð til at taka samráðingar upp við Føroya Landsstýri, um, at vit í felag loysa hesa stóru uppgávu, sigur minnilutin í býráðnum.