Nú fáa allir bústovnar til eldri í Tórshavnar Kommunu neyðstreym, soleiðis at tey ikki missa streymin, hóast veitingin frá Sev víkur.
Tað sigur Tórshavnar býráð í eini fráboðan beint nú.
Annika Olsen, borgarstjóri, sigur, at tey nú fara at leggja eina ætlan fyri, hvussu øll ellis- og røktarheimini og sambýlini kunnu fáa neyðstreym
- Byrjað verður á Boðanesheiminum, har farið verður undir arbeiðið beinanvegin, meðan ein ætlan fyri hinar bygningarnar verður løgd, sigur Annika Olsen, borgarstjóri.
Í jólaódnunum fór streymurin og tað merkti, at fleiri av eldrabústovnunum í Tórshavnar kommunu eisini lógu í streymloysi. Bara á teimum heimum, sum høvdu neyðstreymsskipan var ljós og hiti og streymur til ymisk tól og ymsa útgerð.
Hinvegin lógu fleiri heim í myrkri í fleiri tímar og tað elvdi til stóran ótryggleika, bæði hjá búfólki og hjá starvsfólki.
Avleiðingin var nevniliga, at fólkini fingu iki ta hjálp, sum elrikin hjálpitól geva teimum, umframt tann ótryggleiki, sum stendst av, at starsvsfólk skulu leita eftir óhjálpnum húsfólkum í bølaniðu.
– Á eldrabústovnum eru í dag hópin av elriknum hjálpitólum og tekniskum bygningsskipanum, sum altíð skulu virka, staðfestir Annika Olsen.