Aldargamla kolavinnan í Hvalba er kanska á veg í søguna. Tá ið kolavinnan var í hæddini, var tað eitt stórt arbeiðspláss, men so hvørt bæði skip húsarhald og vinnubygningar, løgdu um til oljufýr, er kolavinnan minkað tilsvarandi og spurningurin er, um hendan vinnan ikki er við at fara í søguna.
Í nógv ár hevur Løgtingið latið hvalbingum fíggjarligan stuðul fyri at halda hesum elligamla vinnuvegi á lívið og seinastu árini hevur stuðulin verið 700.000 krónur um árið. Men nú Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri næsta ár, ætlar landsstýrið at lækka stuðulin niður í 400.000 krónur.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Magnus Rasmussen, metir, at tað er nóg mikið, og at stuðulin fer at røkka til tann kolagrevstur, sum er. Hann sigur, at orsøkin til, at stuðulin minkar, er rætt og slætt tí at tað verður alsamt minni høgt av koli. Og orsøkin til tað er, at eftirspurningurin minkar alsamt.
Landsstýrismaðurin sigur, at í 2016 seldi Roynds Kolasøla kol fyri 32.750 krónur, men síðani er tað alsamt minka, og í fjør seldu hvalbingar ikki kol fyri meiri enn 19.780 krónur.
Sostatt verður lítið og einki høgt av koli longur og tað verður heldur ikki høgt meiri kol enn tað, sum verður selt, tí sambært roknskapinum hava tey onga goymslu, upplýsir landsstýrismaðurin fyri Løgtinginum.