Elligomul akfør til Hetlands og til Føroyar

Tilsamans 24 ellisakfør frá The Veteran Club of Great Britain koma til Hetlands 4. juni í samband við Shetland Classic Motor Show. Eisini vitja hetlendingar í Føroyum við ellisakførum í døgunum 7. til 12. juni

Í samband við Shetland Classic Motor Show koma 24 ellisakfør frá The Veteran Club of Great Britain til Hetlands sunnudagin 4. juni. Talan verður um áhugaverd ellisakfør, har tann elsti bilurin er yvir hundrað ára gamal. Tann elsti er frá 1900 og tann nýggjasti er frá 1928. Bilarnir eru av ymiskum enskum, fronskum og týskum bilmerkjum. The Veteran Club of Great Britain er ein av elstu veteranbilklubbum í Onglandi.
 
Fyri tveimum árum síðan skipaði Føroya Ellisakfør fyri einum túri til Shetland Classic Motor Show, sum er eitt lutfalsliga stórt tiltak við nógvum áhugaverdum akførum. Á framsýningini verða motorsúkklur, persónbilar og lastbilar av kendum gomlum merkjum. Akførini eru væl hildin og í upprunastandi.
 
Í døgunum 7. til 12. juni verður eitt ferðalag úr Hetlandi í Føroyum við nøkrum ellisakførum, bæði bilum og motorsúkklum. Ferðalagið skal eisini vitja áhugafelagið Føroya Ellisakfør.