Ellemann leggur frá sær sum formaður og fer úr politikki

Undan tíðindafundi er greitt, at Jakob Ellemann-Jensen leggur frá sær sum formaður í Vinstra og fer púrasta úr politikki

 

Jakob Ellemann-Jensen leggur frá sær sum formaður í danska flokkinum Vinstra á tíðindafundi nú klokkan 9. Hann fer samstundis heilt úr politikki.

Tað skriva Ekstra Bladet og TV 2 News undan tíðindafundinum.

Hann fer sambært blaðnum til drotningina á middegi fyri at boða frá, at hann leggur frá sær sum búskaparmálaráðharri.

Evnið til tíðindafundin er »støðan í Visntra«, sum missir alsamt fleiri veljarar.

Á tíðindafundinum verða umframt formannin Jakob Ellemann-Jensen. verjumálaráðharrin Troels Lund Poulsen og Stephanie Lose, næstforkvinna.

Jakob Ellemann-Jensen vendi fyri nøkrum mánaðum síðani aftur til politikk eftir at hava verið sjúkrameldaður í umleið eitt hálvt ár fyri stress.

Tað var Troels Lund Poulsen og Stephanie Lose, sum virkaðu sum forfólk, meðan formaðurin var sjúkrameldaður.

/ritzau/

##med2##

 

##med3##