Í dag klokkan 16 verða heiðurslønirnar handaðar í Miðlahúsinum Tey, sum fáa hesar ársins heiðurslønir, eru: Ella Müller, Birgir Enni og Amnesty International, Føroya Deild Ella Müller fær heiðurin fyri sítt brennandi virkisfýsni sum stuðul og stigtakari á mongum mótum í samfelagnum. Hon útynnir eitt breitt ósjálvsøkið virkið, har hon sær tørvin. Hon er virkin í Kvinnuhúsinum hjá fólki í neyð, í ALV hjá fólki við tvørleikum, og hon er stuðul og vegleiðari hjá børnum og ungum sum undangongufólk í Náttarravnunum og sum stigtakari til tiltøk um eitt nú rúsevnismisnýtslu og happing. Alt virki hennara er sjálvboðið.
Bigir Enni fær heiðurin fyri at duga at ansa, finna og vísa á møguleikar í tilfonginum og náttúrini kring okkum. Hann hevur á ein sera fyrimyndarligan hátt víst sínum egnu landsmonnum og fremmandafólki virðini í hesum - ein góður umboðsmaður fyri land og fólk. Allir teir sansir, sum í okkum menniskjum eru íbornir, hava tað gott saman við Birgiri. Føroyingar og útlendingar kunnu hoyra, nema, síggja, smakka og lukta alt tað góða, sum í veruleikanum er sjálvsagt, men tó tykist so sjáldsamt á røkka, í einum skundmiklum gerandisdegi.
Amnesty fær heiðurin fyri m.a. at hava stimbrað eitt sakligt og viðkomandi alment orðaskifti í samfelagnum og á tann hátt styrkt fólkaræðið og framsøgufrælsið. Amnesty hevur sett fokus á stórar og týðandi spurningar, mál av almennum áhuga og elvt til eitt gott, sakligt og upplýsandi orðaskifti um hesi viðurskifti. Amnesty hevur varpað ljós á mannarættindaspurningar sum deyðarevsing, loftvegis fangaflutning til lond, ið loya avhoyring við pínslu, fangalegur og tilvildarliga revsing uttan lóg og dóm víða um heimin