Kendi sjónleikarin Elizabeth Taylor er deyð 79 ára gomul Elizabeth Taylor er deyð
Hon var nú 79 ár og doyði í Los Angeles.
Hon varð fødd í Englandi, men hevði amerikansk foreldur. Tá ið annar heimsbardagi byrjaði, flutti familjan aftur til USA, har hon fekk sín fyrtsa filmsleiklut i eini Lassie-filmi.
Longu í 1958 var hon innstillað til Oscarvirðislønin, sum hon fyrstu ferð fekk í 1961 fyri leiklut sín í einum filmi, har hon spældi saman við táverandi manni sínum Eddie Fisher.
Í 1966 vann hon aftur Oscar-virðislønina fyri leiklut sín í kenda filminum ?Hvør ræðist Virginia Woolf?, og tá spældi hon saman við manni sínum Richard Burton. Tey bæði vórðu gift og fráskyld tvær ferðir.
Elizabeth Taylor var ikki minst kend fyri sínum mongu hjúnarløg, og so seint sum í apríl í fjør giftist hon fyri níggjundu ferð. Hesin seinasti maðurin hennara var 49 ára gamli Jason Winthers, sum starvs í undirhaldsvinnuni.
kelda: kpn










