Elita Falkvard 70 ár

Leygardagin 10. februar verður Elita Falkvard á Dunga í Sørvági 70 ár.


Elita er fødd og uppvaksin í Sandavági og er tann mittasta av fimm systkjun. Nú eru bert tvey eftir – eldra systurin Gitta og Elita sjálv.
 
Elita bleiv móðurleys sum 10 ára gomul og fór tá til gummuna at verða. Komi at hugsa um kreppuhjálp vit veita í dag bæði fyri eitt og annað – einasta Elita fekk at vita var, at nú er mamma tín farin til Jesuspápa, og so var ikki meira tosa um tað. Elita minnist barna- og ungdómsárini sum eitt sindur óstøðug, har hon eina tíð búði hjá gummuni, onkuntíð hjá Jonu og Peturi og til aðrar tíðir hjá aðrari familju.
 
Elita giftist til Sørvágs í 1961 við Jógvani Falkvard, og eiga tey tvær døtur og og tveir synir. Í dag hevur hon 13 ommubørn.
 
Meðan børnini vóru smá, var Elita heima hjá teimum, men miðskeiðis í 7-unum byrjaði hon at arbeiða á Ellisheiminum í Miðvági. Fyrstu tíðina var tað sum vaskikona, men seinni sum ófaklærdur sjúkrahjálpari. Fyri at kunna halda áfram í hesum starvi kravdist útbúgving, og fór Elita sum 55 ára gomul á skúlabonk í Danmark.
 
Eftir loknað útbúgving fór hon aftur til arbeiðis á Ellisheiminum og starvaðist har fram til 2001. Tað mundu vera mong sum harmaðust tá hon gavst, tí hon dugdi sera væl við teimum gomlu. Elita hevur framúr góðar eginleikar at starvast við fólki.
 
Seinastu árini hevur Elita verið sera virkin í Sørvágs Húsmóðrafelag, og er hon altíð við, tá okkurt gongur fyri seg hjá felagnum.
 
Føðingardagurin verður hildin í húsinum hjá Sørvágs Húsmóðrafelag leygardagin kl 19.00 og øll eru hjartaliga vælkomin.
 
hm.