Í morgun var stóra morgunmatarborðið í Ítróttarhøllini í Vestmanna í sambandi við Vestmannadagar.
Eini 7-800 fólk møttu upp í høllini, har Elisabeth Hummeland fyri løtu síðani varð heiðrað sum Ársins Vestmenningur.
Tað er Vestmanna kommuna, sum fyri 10 tíggjundu ferð skipar fyri Vestmannadøgum.
Fleiri tiltøk hava verið síðani Vestmannadagarnir byrjaðu hósdagin.
Dagurin í dag byrjaði við afturvendandi felags morgunmatinum í ítróttarhøllini, har m.a. ársins herðaklapp verður avdúkað.
##med2##
##med3##
Aftan á morgunmatin verðu Bakkavegur karmur um Vestmannadagar, har tað eru konsertir, brekkukapping, sølumarknaður, grill, hátíðarløta, barnatiltøk, felagssangur, føroyskur dansur v.m..
– Kvøldið endar í Silkenni, har okkara egnu Brim spæla til dans, skrivar Vestmanna kommuna í skránni.
Í morgin, sunnudagin, er Guðstænasta, hugni í Missiónshúsinum og gongutúrur.
##med4##
##med5##
Tvær listaframsýningar hava opið allar dagarnar
Listaframsýning við Herit Magnussen í handlinum hjá Sigurd á Ovara vegi 3
Kafe og listaframsýning við listafólki úr Vestmanna í skóhandlinum hjá Nicolinu á Bakkavegi 4
– Vit gleða okkum at síggja nógv fólk á Vestmannadøgum og fegnast um ta vælvild og hjálp, sum kommunan hevur fingið undir fyrireikingunum. Uttan góða undirtøku og beinasemi, hevði tiltakið ikki verði til veruleika, skriva fyrireikararnir.
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##




















