Elisabeth Murdoch, sum er dóttur fjølmiðlakongin Rupert Murdoch, hevur ongan hug at átaka sær stjórastarv í fyritøkuni News Corporation, sum tey flestu hava roknað við. Tann 42 ára gamla Elisabeth segði í dag sambært BBC, at eitt tílíkt stjórastarv hevur als ikki hennara áhuga.
Eygleiðarar tulka boðini frá Elisabeth Murdoch sum eina roynd hjá News Corporation at staðfesta, at í framtíðini verða serlig krøv sett teimum, sum mynda stjórnina í fyritøkuni, og at leiðslan verður skipað eftir ognarviðurskiftunum.