TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Elisabeth Purkhús hjá Mjølnir, sum saman við liðfeløgunum vann 3-0 á KÍF í Kollafirði í bólki 2 í steypakappingini í flogbólti hjá kvinnum.
Settmunurin var 19-25, 20-25 og 20-25. Triðja liðið í bólkinum er Fleyr. Komandi leygardag tekur Fleyr ímóti Mjølnir. Sunnudagin 17. desember tekur KÍF ímóti Fleyr í Kollafirði. Tvey tey ovastu liðini fara víðari til hálvfinalurnar.
Elisabeth Purkhús slær fast, at hóast tær vunnu 3-0, so var talan um ein strævnan dyst, har hon og liðfelagarnir máttu verða uppá tað besta fyri at kunna knógva KÍF.
Njósnarar hjá Fleyr vóru til dystin, og filmaðu dystin, men Elisabeth Purkhús kennir seg vísan í, at hon og liðfelagarnir fara at bera heim sigurin ímóti Fleyr kortini.