Elisabeth er føroysk, men hevur búð í Toronto í Kanada síðan 1970. Hon hevur havt listaframsýningar nógvastaðni kring heimin og eisini nógvar í Føroyum.
Á málningaframsýningini í Fuglafirði verða meira enn 20 málningar sýndir fram. Myndevnini eru ymisk, tó mest kvinnur.
Elisabeth skal eisini hava aðrar framsýningar í summar. 1. juli letur hon upp eina framsýning í Klaksvík í sambandi við 100 ára føðingardagin hjá Klaksvíkar kommunu, og frá 7. til 14. august hevur hon framsýning í Smiðjuni í Lítluvík.
Til ferniseringina 5. juni, sum verður frá kl. 15 – 19, spæla tey á kamarinum.
Listakvinnan verður at hitta á framsýningini til og við sunnudagin 8. juni.
Opið er soleiðis: Mánadag til fríggjadag frá kl. 15-17.30, leygardag
Frá kl. 11-13 og sunnudag frá kl. 15-17.30.
Elisabeth Pike í Ribarhúsi
Hósdagin 5. juni letur listakvinnan Elisabeth Pike upp eina málningaframsýning í Gallarí Ribarhús í Fuglafirði.