Vanliga varð hon nevnd Betta Højgaard. Hon var ættað úr Rituvík. Foreldrini vóru Nicolina, fødd Vang av Glyvrum, og Hans Højgaard, sum var sonur Per, ið var ein av fyrstu niðursetu monnunum í Rituvík.
Nicolina og Hans búsettust yviri á Enda, sum tað verður rópt í Rituvík, og tey fingu tíggju børn: Ninna Petersen í Rituvík, Mina Højgaard, sum í mong ár búði í Rituvík og nú býr í Runavík, Betta, Andreas, sum búði í Vestmanna, Per, sum var bestýrari á sjómansheiminum í Havn, Mona Lydersen, sum búði í Klaksvík, Niclas, sum búði í Rituvík, Henny Davidsen, sum býr á Toftum, Dania Olsen, sum býr í Rituvík og Sommer Højgaard, sum býr í Rituvík.
Eftir á lívi eru nú Mina, Henny, Dania og Sommer.
Betta leyk prógv á Føroya Læraraskúla í 1935. Hon undirvísti fyrsta árið eftir at hava tikið prógv í Árnafirði. Frá 1937 og til 1942 var hon eina lærari í Svínoy, og síðani fekk hon starv í Klaksvík, har hon var frá 1942 og til 1978. Seinastu árini undirvísti hon aftur í Svínoy. Tað var frá 1980 og til 1. februar í 1983, tá ið hon fór úr starvinum vegna aldur.
Betta var á námsskeiði á Idrætshøjskolen í Gerlev í 1946, á Danmarks Lærerhøjskole í 1950 og í 1954 í handarbeiði, árskeið á DLH í 1962?63 og var samtíðis á tríggjar mánaða longum skeiði í at undirvísa evna? og lesiveikum børnum. Nógvu tey seinastu árini, sum Betta undirvísti í Klaksvík, var tað serliga í kristni og við at undirvísa evna? og lesiveikum børnum.
Betta var gift við Poul Justinussen, sum var ættaður úr uppi í Húsi í Svínoy. Tey búðu í meiri enn hálva øld í húsunum, sum tey lótu byggja á Gerðareiði í Klaksvík. Poul var 84 ára gamalur, tá ið hann doyði 1. mai í ár. Poul var kendur útróðrarformaður, sum tað lá serliga væl fyri hjá at royna eftir upsa við snellu. Poul átti útróðrarbátin Fuglberg, og seinni keypti hann eisini Áarberg.
Tey bæði vóru nógv upptikin av arbeiðnum hjá KFUM&K í Klaksvík, har tey eins og í kirkjuni vóru ógvuliga trúføst.