Elisabeth Guttesen 50 ár

Týsdagin 30. januar fylti Elisabeth Guttesen í Havn 50 ár.

Elisabeth er Fuglafirði og útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur. Hon hevur búð í Havn seinastu umleið 30 árini, har hon hevur starvast á Landssjúkrahúsinum.
 
Hon er yngst av trimum systrum. Hinar eru Maria og Henrikka, sum báðar búgva í Fuglafirði. Foreldrini eru: Karolina (nevnd Utta) f. Danielsen, og Johannus Øregaard, bæði úr Fuglafirði.
 
Elisabeth er gift Hera Guttesen í Havn. Tey eiga tríggjar døtur: Herborg, Karolina og Hanna. Herborg býr í Aberdeen, Karolina í Keypmannahavn og Hanna í Havn.
 
Elisabeth hevur stóran áhuga fyri sangi. Hon hevur verið við í sangkórinum í Ebenezer í mong ár, har hon eisini er við í ”Triple Trioini”, sum onkur nevnir ”De syngende husmødre”. Henni dámar eisini væl at ganga langar túrar, bæði í bý og í haga.
 
Føðingardagin var Elisabeth burturstødd.