Elis: Takksamur fyri stuðul

- Eg havi verið noyddur at venja meg við seinri rørslur og talitrupulleikar, men havi fingið góðan stuðul, sigur útvarpsmaðurin Elis Poulsen

Vit hava spurt úvarpsmannin Elis Poulsen um farna árið, og hvat stendur fyri framman í 2015.

Hvussu var 2014?
- Árið 2014 hevur verið ein serlig avbjóðing hjá mær. Hendingaríkt og gott. Eg havi verið noyddur at venja meg við ymist, eg ikki eri vanur við. So sum seinri rørslur talitrupuleikar og annað, sum fylgir við Parkinsonsjúkuni, sum eg fekk staðfest. Men tað hevur verið og er upplyftandi fyri meg at merkja tann stuðul, eg havi fingið í mínum arbeiði í Kringvarpinum. Her má eg nevna lurtararnar av Upp á Tá bæði her heima og uttanfyri landoddarnar, sum hava givið ein ótrúligan stuðul.  


Hvat var tað besta, sum hendi hjá tær í 2014?
- Tað er kanska ikki nøkur einstøk hending hjá mær, sum bar av í 2014. Men tá Jonna og eg eru á dansibandfestivalum í Norra, er tað nakað, sum vit minnast við takksemi. Og so ikki at gloyma tær ríku løturnar, vit eiga saman við børnunum og báðum abbasynunum, Hjartan og Elias.

 

Hvør var keðiligasta upplivingin í 2014?
- Sum so havi eg onga keðiliga uppliving, men tað er tyngjandi at hoyra dag og dagliga, hvussu fólk líða kring heimin. Vit kunnu verða takksom fyri, at vit   búgva í Føroyum, her tað er natúrligt at vísa umsorgan fyri hvørjum øðrum. 

Hevur tú nakað nýggjárslyfti (evt hvat)?
- Eg havi lovað mær sjálvum, at eg skal taka uppaftur arbeiðið við at fyriskipa eina program-medarbeiðara stevnu fyri allar dansibands radiovertirnar hjá norðurlendsku ríkisútvørpunum. Tað er mín vón og ynski, at vit verða tað fyrsta landið av norðurlondunum, sum skipa fyri einum slíkum tiltaki.

 

Hvat ætlar tú tær at náa í 2015?
- Dansibandfestivalarnir í Norra eru fastir á dagskráni hjá Jonnu og mær hvørt ár. Hagar fara vit aftur í ár. Síðani er ættarstevna í aðru viku í august, har vit, ið eru ættað frá Jákup Juul og Mariu Gunnarstein í Vági, ætla at hittast. Tað gleði eg meg allmikið til. Umframt at eg havi fingið áheitanir úr Íslandi og Danmark og úr Skúgvi um at koma og senda Upp á Tá haðani 2015. At senda Upp á Tá úr Grønlandi saman við íslendskum og grønlendskum vertum er eisini á dagskrá í februar. So 2015 sær ikki keðilig út longu nú, um Gud vil og heilsustøðan heldur sær.


(Myndin er tikin í Sel í Noregi fyri trimum árum síðani, tá ið vertirnir fyri dansibandssendingar í Noregi, Føroyum, Svøríki og Finlandi hittust av tilvild)