Elis Poulsen: Íslendingum dámar væl Føroyar og føroyingar

Elis Poulsen hevur verið tíðindamaður hjá Íslendsku útvarpsstøðini Bylgjan í 11 ár og ofta verður ringt til hansara tíðliga á morgni kanska meðan hann er undir brúsuni.

Elis er eisini í Íslandi ein kend rødd, hóast upprunin til samstarvið við íslendingar er heldur skemtiligur

- Telefonin ringir oftani, meðan eg eri undir brúsuni ella tá eg eri komin í Útvarpið. Tey spyrja so, hvat eru høvuðstíðindini í Føroyum. Tey hava t.d. fylgt væl við í oljumálum og í sjálvstýrismálunum, greiðir Elis frá.

Bylgjan er størsta privata støð í Íslandi og hoyrist kring alt landið. Elis nevnir t.d., onkra ferð náttúran hevur gjørt um seg og Ríkisútvarpið ikki hevur kunnað sent. Tá hevur Bylgjan verið at hoyrt. Hann nevnir í sama viðfangi, at íselndarar eru sera glaðir fyri Føroyar og føroyingar og fyri teir gloyma ikki tað, ið føroyingar hava gjørt at hjálpa, tá okkurt hevur verið áfatt.

Elis sigur, at t.d. íslendskir sjómenn lurta nógv eftir føroyska útvarpinum, tí teimum dámar so væl tónleikin, ið spældur verður. Eisni kenna teir t.d. røddina hjá Elis og hjá Kára Olsen


Skemtilig byrjan

Byrjanin til samstarvið var heldur skemtilig.

- Bylgjan hevði tá, fyri 11 árum síðani, ein tátt, har teir ringu ymsastaðir og so prátaðu teir bert íslendskt. teir vóru vísir í, at eingin skilti nakað. T.d. ringdu teir til Hawai og vildu keypa oynna, alt á íslendskum og so trýstu teir á ein knøtt, so látur hoyrdist, sigur Elis.

- Ein dagin, tá eg nærum júst var byrjaður í Útvarpinum, ringdu teir her og vildu hitta stjóran. Skrivstovudáman spurdi, um nakar dugdi íslendskt og onkur peikaði á meg. Teir á bylgjuni hildu seg hava útvarpsstjóran í horninum og viðkomandi einki skilti av íslendskum. Teir skemtaðu sær óført og vildu keypa útavrpið. Eg greiddi frá, at hetta var alment útvarp, men at teir vóru sera vælkomnir. Teir royndu at skemta, men gjørdust ovfarnir og kundu illa annað enn takka fyri tilboðið um samstarv. Teir vórðu settir skák í mát og dagin eftir ringdu teir til mín og síðani havi eg verið teirra maður í Føroyum


Elis kend rødd

Ikki bert í Føroyum er Elis ein kend rødd, men eisini í Íslandi.

Elis skuldi einaferð veksla pening í Íslandi, men fekk at vita frammanundan, at tað fór neyvan at ganga. Hann fór innar í bankan og illa gekk. Tá kom ein eldri harri og spurdi um tað var hann og prátaði um føroyingar. Elis helt seg ikki kenna mannin. Men tað víst seg, at hesin helt nógv av føroyingum og Elis slapp sjálvsagt at veksla og slapp umframt undan at gjalda tap, ið tað kostar í ómaksgjaldi.

Jú Elis letur væl at íslendingum og samstarvinum við teir. Møguliga verður "Góðan Morgun Føroyar" at hoyra úr Íslandi einaferð seinni, eingin veir, sigur Elis Poulsen, ið á Bylgjuni eisni verður róptur Ambasadørurin, tí hann hevur hjalpt teimum so væl og verið tann, ið hevur knýtt ymisk sambond, tá á hevur staðið í so mongum førum.