Elis Poulsen og Hrafnhildur upp á tá í Gøtu

Í kvøld verður Upp á Tá send bæði í Føroyum og Íslandi, og í februar verður sent úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi samstundis.

 

Kringvarp Føroya sendir útvarpssendingina Upp á Tá beinleiðis úr Losjuni í Gøtu í kvøld klokkan 22.

 

Elis Poulsen, vertur, sigur, at hesaferð verður sendingin samsend við Rás1 hjá íslenska Kringvarpinum.

 

- Íslenska útvarpskonan, Hrafnhildur Haldórsdóttir, verður medvertur hjá mær, og Hrafnhildur er kend fyri eitt nú at vera frásøgufólk við Eurovision fyri RÚV.

 

Men, samstarvið millum Elis og Hrafnhildur endar ikki her.

 

- Vit fara til Grønlands í februar at senda saman við grønlenska útvarpinum KNR, har Stine Skifte umboðar Grønland.

 

Elis Poulsen sigur, at tað er norðurlenski grunnurin NAPA sum stuðlar tiltakinum.

 

- Tá verður Upp á Tá send í trimun londum í senn, sigur kendi føroyski útvarpsverturin.