Í sambandi við, at Elis Poulsen er blivin 65 ár, verður eitt heiðurstilak á Hotel Føroyum í hansara navni. Tiltakið verður komandi fríggjakvøldið klokkan 19.00. Fyrireikarar siga, at seinasta freist at melda seg til tiltakið er í dag.
Fyrireikarar skriva á Facebook, at tað er í sambandi við, at hann hevur gjørt eitt sera stórt arbeiði, tá ið umræður at varpa ljós á dansibandstónleik. Tað er hetta og tað, at Elis Poulsen nú er fyltur 65 ár, sum er orsøk til, at fyrireikarar vilja heiðra hann við hesum tiltakið.
Óvist er, hvat er á skránni, men eitt er so vist - allir dansibandsvinir og onnur áhugað eru vælkomin at luttaka, skriva fyrireikararnir, tó man skal boða frá luttøku seinast í dag.