Elinborg við nýggjum sjónbandalagi

Unga sangkvinnan hevur gjørt eitt sjónbandalag til sangin Stormar.

21. august í ár gav unga føroyska songkvinnan Elinborg fyrstu EP sína út, ið ber heitið Spor.


Nú er Elinborg so klár við sínum fyrsta sjónbandalagi. Video er til lagið “Stormar,” ið hon sjálv hevur skrivað orð og lag til.


Upptøkurnar fóru fram í Gamla Bókahandli í Havn, og er tað Torfinnur Jákupson, ið hevur framleitt, við Haldis Svabo Jørgensen sum stílráðgeva.