Seinast eg hitti Elinborg, var í Mettustovu, tá ið fyrsta Mettan varð handað
"Guðrun & Guðrun" tann 7. novembur - fyri bert 2 vikum síðani. Elinborg var við, væluppløgd og fryntlig sum altíð.
Grundarlagið undir Mettugrunninum er skeið, hildið á Háskúlanum, meðan
Elinborg sat sum forkvinna í Kvinnufelaga Samskipan Føroya. Jórun Poulsen fekk til uppgávu og átók sær at seyma mynd til Háskúlan. Hendan myndin varð gjørd til plakat og seld.
Elinborg var undangongukvinna, og mangt fekk hon í lag. Skipaði eitt nú sum KSF-forkvinna fyri fyrsta íbirtara-skeiðnum í Føroyum fyri kvinnuligum
íverksetarum. Elinborg var við í øllum friðargongum úti í heimi, sum tær
norðurlensku Kvinnur fyri friði skipaðu fyri, og hon var eisini við til at
skipa fyri føroyskari luttøku á ymisku kvinnuráðstevnunum.
Stevnan í Oslo, Forum 88, verður mangan havd á lofti. Føroyskar kvinnur
fingu Smyril sum hotelskip, meðan stevnan var fyri, og høvdu pláss við
Kongabryggjuna mitt í Oslo alla ta tíðina. Vakrar seymaðar myndir av
túrinum prýða Mettustovu. Elinborg sat hendan dagin í Mettustovu og peikaði út, hvat stavaði frá hennara gomlu kjólum.
Elinborg stillaði upp og varð vald í eldraráðið í Tórshavnar Kommunu. Hon
sat hesa fyrstu setanina, men stillaði ikki upp aftur.
Elinborg dugdi so sera væl, og livandi, at siga frá; ein sannur søgusigari.
Eg komi at smílast, tá eg hugsi um hetta. Livandi, stuttlig og kreativ.
Soleiðis var Elinborg.
Vit minnast við takksemi Elinborg og senda okkara samkenslu til Finn, synir, verðdøtur og ommubørn.
Inga Ellingsgaard