Elinborg setir spor eftir seg

Elinborg Pálsdóttir sleppir í dag sína fyrstu EP-útgávu, ið ber heitið Spor.

Í eina tíð nú er 18 ára gamla Elinborg Pálsdóttir veruliga farin at gera um seg á føroyska tónleikapallinum. Hetta verður í dag, fríggjadagin 21. august, markerað við fyrstu EP útgávuni, ið ber heitið "Spor." Somuleiðis verður høvi at hoyra Elinborg framføra løg av nýggju fløguni í TUTL handlinum á Káta Horni kl. 16.

 

Løgini hevur Høgni Lisberg framleitt, Jens L. Thomsen miksað og Jan Eliasson mastrað. Saman við Elinborg spæla Benjamin Petersen og Mikael Blak eisini á útgávuni. Húsan hevur Petur Hansen gjørt.

 

Talan er um løg í singer/songwriter stílinum og eina persónliga fløgu, ið nemur við slík evni sum longsil, kærleika og at missa. Elinborg hevur sjálv gjørt bæði løg og tekstir, sum allir eru á føroyskum. 

 

Fyrsta staklagið “Dreymur” kom út herfyri, og næsta staklagið ”Tanki” verður nú sent í umfar. Til ber at hoyra brot av øllum løgunum á TUTL heimasíðuni.