Framsýning á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn 29. apríl ? 5.. september 2010
Løgmaður Kaj Leo Johannesen letur framsýningina upp i dag.
Føroyska listakvinnan, Elinborg Lützen, vísti natúrunnar loyndarfulla megi við síni livandi svart-hvíta.
Fyriskipari: Bárður Jákupsson.
Ikki kann sigast, at linoliumskurðir eru ein ráðandi listagrein á dagsins listapalli. Linoliumsskurðir verða kanska mest settir í samband við støvutu skúlastovurnar til evning í 1970-unum. Hetta er sera harmiligt, tí teir monokromu skurðirnir eru bæði sterkir og sigandi. Verkini hjá føroysku listakvinnuni, Elinborg Lützen (1919-1995), verða sýnd fram á Norðuratlants Bryggjuni frá Dýra Biðidegi og fram til septembur.
Elinborg Lützen var alt sítt lív hugtikin av føroysku natúruni og av tí loyndarfulla í teimum fólksligu sagnunum og ævintýrunum, hvørs heimur er yvirnatúrligur.
Í sínum sterku linoliumsskurðum manaði hon fram gandakendu sálina í bæði natúruni og ævintýrunum. Til tess nýtti hon sítt hugflog og sítt fyrimyndarliga handalag til handfaring av linolium, knívum og ikki minst tí svarta litinum. Elinborg Lützen er júst av hesi orsøk vorðin kallað ?hin svart-hvíti meistarin?.
Føroyski listamaðurin, Bárður Jákupsson, skipar fyri framsýningini, og framsýningin er løgd til rættis í samstarvi við Listasavn Føroya.
Í sambandi við framsýningina er eitt hefti til taks við myndum og teksti, sum Bárður Jákupsson hevur skrivað.
Meira á www.bryggen.dk