Tað var ein søgulig løtu tá aðalfundurin hjá ÍSF fyri løtu síðani einmælt valdi Elin Heðinsdóttir Joensen til forseta í ÍSF.
50 ára gamla Elin Heðinsdóttir Joensen er nevniliga fyrsti kvinnuligi forseti, ið ÍSF nakrantíð hevur havt.
Umframt at vera fyrsta kvinnuligi forseti, so er tað eisini vert at nevna, at nýggi forsetin er dóttur longst sitandi forsetan hjá ÍSF nakrantíð, Heðin Mortensen. Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu var formaður í ÍSF í samfull 28 ár, frá 1980 til 2008.
Elin Heðinsdóttir Joensen er best kend innan føroyskan ítrótt sum forkvinna í Fimleikasambandinum. Tað var eisini hon, ið var forkvinna í felagnum, tá tað skipaði fyri HM í estetiskum fimleiki í 2015.
Nýggi forsetin varð vald eftir,, at Ttrettan av teimum sekstan sersambondunum peikaðu á Elin Heðinsdóttir Joensen til forkvinnu. Hon var einasta valevni.