Elin Súsanna Jacobsen 80 ár

Hósdagin 6. mai fyllir Elin Sú­s­anna Jacobsen 80 ár. Hon er dótt­ir Hjalmar Jacobsen úr Svín­áum og Ásleyg Jac­ob­sen úr Skopun, sum búðu á Strond norðan fyri Klaksvík, har Hjalmar var verksstjóri á el­verk­i­num. Elin Súsanna er upp­vaksin á Strond við systr­u­num Ingun og Randi.

 

Í 1960 tók Elin Súsanna stu­dents­prógv í Havn, og hon las til korrespondent í Keyp­mannahavn, 1965. Hon átti dóttr­ina Bjørg í 1962.

 

Í 70’unum var hon virk­in í kvinnurørsluni og frið­ar­rørsl­uni, og hon var mill­um ann­að í ritstjórnini hjá blað­num Súrsokkur. Um hetta mund­ið var hon eisini tímalærari á Mask­in­skúl­anum og Føroya Hand­ils­skúla. Í 1984 bleiv hon upp­still­að til løgtingsval fyri Javn­­að­ar­flokkin. 

 

Í 1987 fór hon at lesa søgu á Fróð­skaparsetrinum og tók ph.d. á Århus Universiteti í 1996 við bókini "Rúsdrekka - siðir og ósiðir". Hon varð sett sum adjunktur á Fróð­skap­ar­setr­i­num í 1999, og í 2001 varð hon lektari. Í nýggjari tíð hevur hon givið út bókina "Slóð­ir í heilsuverkssøguni" í 2004, og í 2011 kom bókin "Konu­brot".

 

Síðan 80’ini hevur hon um­sett eina rúgvu av barna­bók­um, sum í dag eru vorðn­ar klass­ik­arar - eitt nú "Mio mín Mio", "Brøð­ur­nir Leyvu­hjarta" og "Ronja Ráns­mans­dótt­ir". Eisini hevur hon um­sett fleiri sjónleikir, ser­liga til leikbólkin Grímu – til dømis leikir eftir Dario Fo. Haraftrat hevur hon um­mælt fleiri bøkur.

 

Síðan 1976 hevur hon búð í Tórs­byrgi og er sostatt ein av teim­um, sum hevur búð har, síð­an tað bleiv bygt.