Elin skrivar jólasøgu til børnini

- Tað er stuttligt at uppliva, hvussu orðini blíva livandi, sigur Elin á Rógvi, sum hevur skrivað søguna til jólakalendaran hjá Útvarpinum í ár.

Í ár fáa børnini eina nýggja jólakalendarasøgu í Útvarpinum hjá Kringvarpinum. Elin á Rógvi hevur skrivað søguna “Eg sá ein eingil”, sum er grundarlagið undir jólakalendaranum í ár.

- Útvarpið endursendi eina jólasøgu í fjør, men tíðliga í ár bleiv gjørt av, at ein nýggj søga skuldi gerast í ár. Eg arbeiði við barnaútvarpi, og Jonna, sum eg arbeiði saman við, kom við hugskotinum um, at eg skuldi skriva søguna hesaferð, sigur Elin á Rógvi.

Hon hevur áður skrivað søgur til børn, og hevur millum annað vunnið eina norðurlendska kapping um barnasøgur.

- Eg byrjaði at skriva søguna í mars. Tað var ikki serliga jólaligt tá, men tað var ein spennandi uppgáva at sleppa at skriva søguna, sigur hon.

Síðani er nógv hent, og 1. desember er søgan klár at senda sum hoyrispæl við barnaleikarum, tónleiki, ljóðeffektum og kendum sangarum.

- Tað er stuttligt at uppliva, hvussu orðini blíva livandi, nú børnini hava spælt leiklutirnar, yrkingar eru gjørdar til sangir, og alt verður sett saman, sigur Elin á Rógvi.


Einki verkfall

Jólakalendarin hjá Útvarpinum byrjar mikumorgunin 1. desember og verður sendur hvønn gerandisdag kl. 7.15 og endursendur um kvøldið.

Søgan er tíðaraktuell søga, og børn eru sjálvsagt í høvuðsleiklutunum. Tey, sum spæla størstu leiklutirnar, eru, Tóralvur Tórgarð, Anna Maria Steintún og Rasmus Samuelsen.

- Søgan er um ein drong, sum hevur ein strævnan stórabeiggja, og ein grannagentu hjá teimum. Søgan gongur fyri seg í Havn nú á døgum, og hon er skrivað, sum gekk hon fyri seg í desember. Tað einasta, sum eg ikki havi skrivað inn í søguni, er eitt møguligt verkfall, sigur Elin á Rógvi.

Ein partur av jólakalendaranum eru nýggir sangir, har Elin á Rógvi hevur skrivað orðini og kendir tónleikarar gjørt løgini. Tey, sum hava skrivað løgini, og syngja eru Guðrið Hansdóttir, Finnur Jensen, Jensina Olsen og Petur Háberg. Eitt lag hevur Niclas Johannesen gjørt. Sangirnir frá jólakalendaranum koma eisini út á fløgu.