Elin setir ólavsøkuna

Tað er Elin Heðinsdóttir Joensen, forkvinna í Ítróttasamband Føroya, ið hevur fingið heiðurin at seta ólavsøkuna í ár. Tað ber til at lesa í ólavsøkuskránni, ið Tórshavnar kommuna hevur kunngjørt í dag.


Flestu føroyingur kenna nokk Elin Heðinsdóttir Joensen best sum forseta í ÍSF, men hevur hon eisini í fleiri ár verið forkvinna í Fimleikasambandinum. 20. mai í fjør bleiv Elin Heðinsdóttir Joensen vald til forseta í ÍSF, og er hon fyrsta kvinnan, ið situr á ovasta rók í Ítróttasambandinum.


Ólavsøkan verður sett ólavsøkuaftan, tá hornblásarar, ítróttafólk og býráðslimir ganga skrúðgongu úr Tróndargøtu við kommunuskúlan oman á Vaglið.


Tá skrúðgongan er komin oman á Vaglið fer Elin Heðinsdóttir Joensen at halda eina røðu og seta ólavsøkuna 2017.