Elin Súsanna og Marjun fingu sømdargávur

Mánadagin 16. oktober var skipaði Fróðskaparfelag Føroya fyri eini almennari mentanarløtu í Listaskálanum, í sambandi við at tvær sømdargávur vórðu handaðar úr Grunni Kristjans á Brekkumørk

Mentanarløtan byrjaði við at Lis E. Mortensen, formaður í Fróðskaparfelagnum, beyð vælkomin og segði nøkur orð. Eftir at tey fýra frá kórinum Tarira høvdu sungið, helt Carl Jóhan Jensen, rithøvundur, ein áhugaverdan fyrilestur um Chr. Matras sum ummælara.
 
Síðan segði Malan Marnersdóttir, dr.phil. og professari á Fróðskaparsetrinum nøkur orð og handaði Elin Súsonnu Jacobsen og Marjun Arge Simonsen sømdargávurnar og grundgav fyri, hví tær fingu hesar gávurnar.
 
Elin Súsanna Jacobsen er søgufrøðingur og Ph.D. í søgu og arbeiðir sum lektari á Søgu- samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hon fekk sømdargávnuna fyri sítt slóðbrótandi virki fyri føroyskum vísindamáli, og fyri at hon hevur víst, at tað ber til at skriva unga vísindamál okkara við løttum penni. Eisini fekk hon sømdargávuna fyri sínar væleydnaðu týðingar við livandi ansni fyri málinum.
 
Marjun Arge Simonsen er cand.phil. í norðurlendskum, serstakliga føroyskum máli og bókmentum. Hon hevur egið virki „Orðafragd“, har hon m.a. rættlesur, týður og evnar til frøðiorðalistar. Eisini skipar hon fyri skeiðum í føroyskum fyri útlendingar og hevur skeið í rættskriving. Marjun fekk sømdargávuna fyri slóðbrótandi arbeiði sítt fyri náttúruvíndaligum máli. 
 
Báðar fingu tær 20.000 kr. í part frá grunninum.            
 
Grunnur Kristjan á Brekkumørk  varð stovnaður av Chr. Matras, professara, dr. phil., og Føroya Fróðskaparfelag. Stovnsfæið stavar frá OSSIAN-heiðurslønini, sum Die Stiftung F.V.S. zu Hamburg, veitti Christiani Matras og Fróðskaparfelagnum í 1981. Endamál grunsins er at styðja einstaklingsvirki føroyskum máli at frama. Hetta verður gjørt við sømdarpeningi, ið verður tikin av rentuinntøkunum.
 
Tey sum áður hava fingið sømdargávu úr grunninum eru: Jóhannes av Skarði, Hans Thomsen, Hanus Debes Joensen, Hanus Kamban, Jonhard Mikkelsen, Axel Tórgarð, Jóhan Hendrik W. Poulsen, Jeffrei Henriksen og Ingrid Sondum.
 
Nevnd Fróðskaparfelags ger av, hvussu ofta sømdarpeningur verður veittur, og hvussu nógv hvørja ferð. Tað ber ikki til at søkja um sømdarpening. Til at finna gávuevni hevur Føroya Fróðskaparfelag manna eina kjørnevnd við Erlandi Viberg Joensen, ph.d. og leiðara á Tórshavnar Býarsavn, Onnu Mariu Fosaa, ph.d. og deildarleiðara á Náttúrugripasavninum og Maluni Marnersdóttur, dr.phil. og professara á Fróðskaparsetrinum.