Seinnapartin í dag var móttøka á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya í sambandi við, at Elin Súsanna Jacobsen er fylt 70 ár og er farin frá sum lektari á deildini.
Beinta í Jákupsstovu, ein av kvinnunum í ritstjórnini, segði í røðu síni, at Elin Súsanna Jacobsen sum granskari hevur brotið upp úr nýggjum við tað, at hon hevur skrivað nógv um sosialsøgu og um tey, sum ikki hava havt tað so gott.
Samstundis kom út heiðursrit til hennara, og í ritinum er nógv av tí, ið hon sum søgugranskari hevur skrivað. Ritið nevnist Konubrot.










